Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bakkafrost, vertur fyri komandi netverksfund hjá Vinnulívsráðnum

Tíðindaskriv frá Vinnulívsráðnum í Klaksvík

Netverksfundurin fyri limirnar í Vinnulívsráðnum í Klaksvík verður á Hotel Klaksvík kl. 10 mánamorgunin 20. mars.

Netverksfundurin fyri limirnar í Vinnulívsráðnum í Klaksvík verður á Hotel Klaksvík kl. 10 mánamorgunin 20. mars.

Einar fýra ferðir árliga hevur Vinnulívsráðið Í Klaksvík netverksfundir, har fyritøkur í ráðnum savnast. Hesir fundir verða vanliga havdir úti hjá ymisku fyritøkunum, har greitt verður frá fyritøkuni, gongdini, samstørvum og framtíðini.

Á hesum fundum er eisini góð tíð hjá fyritøkunum at tosa saman um felagsmál, áhuga, hvussu teir meta samfelagið sær út og hvørjar ábøtur kunnu gerast bæði lands- og kommunalpolitiskt, so Føroyar framhaldandi er eitt spennandi land, har vinnan kann gera íløgur og mennast.

P/f Bakkafrost fremur í løtuni serstaka framtíðarútbygging í Klaksvík.

Vertur fyri komandi netverksfund verður P/f Bakkafrost. Regin Jacobsen, stjóri, fer at greiða frá undir heitinum: “Framtíðar alivinnan í Føroyum – hvørjar leiðir eru at halda”. Umframt fer hann at umrøða nakað av generellum viðurskiftum um Bakkafrost og føroyska aling.

Netverksfundurin fyri limirnar í Vinnulívsráðnum í Klaksvík verður hildin á Hotel Klaksvík, mánadagin 20. mars 2017, kl. 10. Byrjað verður við morgunmati.