Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Metlágt saltinnihald í føroyskum sjógvi og útlit fyri góðum fiskiárum

Helgi Abrahamsen

Eftir fleiri ár við høgum saltinnihaldið í Atlantssjónum kring Føroyar, byrjaði at lækka aftur eftir 2010. Serstakliga minkaði saltið nógv gjøgnum 2016, sigur Havstovan á heimasíðu síni.

Eftir fleiri ár við høgum saltinnihaldið í Atlantssjónum kring Føroyar, byrjaði at lækka aftur eftir 2010. Serstakliga minkaði saltið nógv gjøgnum 2016, sigur Havstovan á heimasíðu síni.

”Á fyrsta túri hjá Magnusi Heinasyni í februar í ár, máldu vit lægstu saltvirði fyri Atlantssjógv, síðan hesar mátingar byrjaðu síðst í 1980unum,” sigur Havnstovan.

Miðskeiðis í 1990unum var saltinnihaldið eisini lágt, men mátingarnar, sum eru gjørdar nú, eru eitt vet lægri enn tá.

Gongdin í hita og saltinnihaldi í hesum sjógvi er vanliga tann sama í bæði føroyskum og skotskum sjógvi, og sambært skotskum mátingum var saltinnihaldið í seinnu helvt av 70 árunum uppaftur lægri enn tað er nú.

Subpolari meldurin stýrir broytingunum

Tað er í stóran mun styrkin í subpolara meldrinum, sum stýrir broytingunum í hita og saltinnihaldi á okkara leiðum. Tá hesin meldur er veikur, kemur heitari og saltari sjógvur sunnanífrá til okkara leiðir. Hinvegin, tá meldurin er sterkur, kemur kaldari og feskari sjógvur meiri vestanífrá.

Vegna nógv hitatap frá havi til atmosferu seinastu vetrarnar, sakk nógvur sjógvur niður á stór dýpi í Labradorhavinum og Irmingerhavinum, og tískil øktist styrkin á subpolara meldrinum nógv eftir veturin 2014-2015 – nakað ið fekk nógva umtalu í heimsmiðlunum sum “kalda holið í Norðuratlantshavi”.

Góð gróðrarlíkindi

Í grein 17. november 2015 spáddi Havstovan, at hetta kundi føra við sær økta uppblanding av tøðevnum. Tað kann føra til øktan gróður og økta mongd av djóraæti, sum er føði fyri fugl og fisk.

”Og nú sær út til, at gongd er komin á, tí nú sæst øking í nøgd av nebbasild á Landgrunninum, sjófugli í bjørgunum og av botnfiski,” skrivar Havstovan.

Ikki heilt sum tað plagar at vera

Vanliga fylgjast broytingar í hita og saltinnihaldi rættuliga væl, men soleiðis er ikki hesaferð. Hitin í sjónum allastaðni kring Føroyar var lutfalsliga høgur í februar. Ein orsøk til hetta er óivað, at farni veturin var metheitur, og tískil er sjógvurin ikki køldur av luftini eins nógv og hann plagar. Kanningar vísa nevniliga, at meðan sjógvurin er ávegis frá Rockall-økinum í føroyskt øki, kann skiftandi køling frá luftini ávirka hitan, sum vit síggja her. Tískil kundi ein kanska væntað, at skiftandi avfall eisini ávirkar saltinnihaldið í sjónum, men hetta hevur víst seg ikki at hava so nógvan týdning. Harafturat vísti DMI á, at seinasti veturin í Føroyum var rættuliga turrur, og nógv avfall er tí ikki orsøk til lága saltinnihaldið.