Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ-stuðlar Tórshavn hava ársveitslu og aðalfund í vikuskiftinum

Frímund Hansen, formaður KÍ stuðlar Tórshavn

KÍ-stuðlar Tórshavn er felagskapur, sum hevur eittans endamál og tað er at stuðla KÍ

KÍ-stuðlar Tórshavn er felagskapur, sum hevur eittans endamál og tað er at stuðla KÍ

Tað var um aldarmóti, ella har á leið, tá tað ikki stóð so væl til hjá besta liðnum, at menn sum m.a. Oddbjørn Joensen og Edvard Olsen o.a. tóku stig til felagsskapin. KÍ lá niðarliga og til at fella niður í lægri deild. Man hevði mistankan um, at felagið ikki megnaði at halda uppá leikarar. Meiningin var at felagið kundi veita tað síðsta sum skuldi til fyri at varveita ella at fáa sáttmálan í hús hjá áhugaverdum spælarum.

Tað varð beinanvegin góð undirtøka fyri felagnum og felagið hevur verið ein styrkur fyri KÍ meta vit sum varða av. Vit eru ein hópur uppá 40-50 limir sum gjalda eina ávísa upphædd mánaðarliga á konto. Alt frá 25kr og upp í 100kr. Og meir. Vit kundu ynskt okkum at limaskarin kom uppí 100 ella meir. Ein og hvør kann gerast limur. Tað er eingin treyt at búgva í Tórshavn. Vit fara eisini at gera nøkur átøk fyri at fáa fleiri limir.

Á áðalfundinum seinast vóru Frímund Hansen, Edvard Olsen og Símun Waag Høgnesen valdir í nevndina. Tiltakslimirnir, sum eisini eru sera virknir í felagnum, eru Sundar Matras, Jørgen Mørkøre og Andras Ellingsgaard.

Vit leggja stóran dent á at allur stuðul til felagið fer óskerdur sum stuðul til KÍ. Stuðulin verður veittur móti umsókn til ávíst endamál frá KÍ. Nevndin tekur støðu til hvørja umsókn einsæris, og um umsóknin tænir endamálinum og peningur er tøkur, verður játtað.

Vit hava sett okkum fyri at fjálga um felaglívið við eitt nú ársveitsluni sum verður í vikuskiftinum. Eisini royna vit at hava opið hús fyri áskoðarunum tá ið besta liði spælir í høvuðsstaðnum. Og tað verður nú sunnudagin tá ið KÍ møtir B36 í Gundadali.

Er tað nakar sum hevur hug at koma í veitslu í Bridgehúsinum leygarkvøldi kl. 20, ber enn til at tekna seg við at gjalda 275,- kr. á konto 9865-1022983. Ert tú ikki limur, ber til at greiða tað seinni.