Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bill spyr um gýtingarleiðirnar eystanfyri

Jóhann Lutzen

Á tingfundinum í morgin fer Bill Justinussen, tingmaður at seta Høgna Hoydal, landsstýrismanni í sjófeingi soljóðandi spurning

Á tingfundinum í morgin fer Bill Justinussen, tingmaður at seta Høgna Hoydal, landsstýrismanni í sjófeingi soljóðandi spurning

1. Hvussu nógv sild varð veidd á Sandoyarbanka og leiðunum eystanfyri í gýtingartíðini á vári í fjør?

2. Ætlar landsstýrismaðurin at friða Sandoyarbanka og leiðirnar eystanfyri, har sildin gýtir í vártíðini?

3. Hevur landsstýrismaðurin fingið nakað tilmæli frá Fiskirannsóknarstovuni um at friða leiðirnar eystanfyri í gýtingartíðini?

Viðmerkingar:

Sjómenn, sum duga at eygleiða náttúruna og hava vitan um sambandið millum ymsu fiskasløgini, fílast á, at Sandoyarbanki og gýtingarleiðirnar eystanfyri, ikki verða friðað í gýtingartíðini hjá sildini. Fyrr var vanligt, at stórar nøgdir av sild komu inn á leiðirnar eystanfyri, serliga Sandoyarbanka. Saman við og aftaná sildini kom hýsan. Hýsan var full í sildarognum hesa tíðina og sjómenn ivast ikki í, at várgýtandi sildin er eitt týðandi grundarlag undir hýsustovninum. Í langa tíð var lítil og ongin sild á hesum leiðum, men nú er sildin komin aftur og fiskiskapurin tikið seg uppaftur. Um veiða verður loyvd í gýtingartíðini, fáa rogn og sil ikki frið at fella á botnin, so gýtingin verður fullførd og nýtt kann koma undan.