Jean Djurhuus er settur sum tryggingarstjóri og Helgi L. Petersen sum pensjónsstjóri í Betri. Nýggjur bankastjóri verður settur, so skjótt sum til ber
Jean Djurhuus er settur sum tryggingarstjóri og Helgi L. Petersensum pensjónsstjóri í Betri. Nýggjur bankastjóri verður settur, so skjótt sumtil ber
Nevndin hjá Betri p/f, fyrrverandi TF Holding, avráddi í fjør summar,at alt virksemi hjá feløgunum, tað er fígging, trygging og pensjón, umframthúsamekling, skuldirekast sum eitt samtak, har tætt samstarv er millum øllfeløgini.
Henda skipan ber í sær, at feløgini kunnu veita kundanum enn betritænastur. Arbeitt hevur verið eina tíð við at menna bygnaðin, fyri at kunnaútinna avgerðina hjá nevndini í verki.
“Vit eru tí errin av, at vit í dag kunnunavngeva bæði nýggjan samleika og nýggjan leiðslubygnað”, sigur Arni D.Brattaberg, formaður í Ognarfelag Tryggingartakaranna.
Samtakið er nú skipaðvið móðurfelagnum Betri p/f og dótturfeløgunum Betri Banki, Betri Trygging,Betri Pensjón, umframt Betri Heim, sum er dótturfelag hjá bankanum.




