Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

A-landsliðið komið til Andorra

Jákup Ósá

(Andorra) Flogtúrurin við Atlantic Airways gekk væl, tá A-landsliðshópurin og føroyska ferðalagið kom til Barcelona í gjárkvøldið.

Tað tók góðar tríggjar tímar at flúgva og túrurin gekk væl. Líkindini vóru frálík í Barcelona, tá lent var. Flestu viðhaldsfólkini hjá Føroyum búgva teir fyrstu dagarnar í Barcelona áðrenn tey fríggjakvøldið fara til Andorra at gista í tvær nætur. Tað tekur góðar tríggjar tímar at koyra frá Barcelona til Andorra. Myndirnar eru frá flogvøllinum í Barcelona.