Í sambandi við, at tað í ár eru liðin 500 ár síðani trúbótina, heldur Finn Aasebø Rønne dr. theol fyrilestur við heitinum “De lutherske og de andre protestanter” í Christianskirkjuni mikukvøldið 22. mars kl. 19.30

Fyrilesturin verður í kirkjukjallaranum.
Finn lýsir fyrilesturin soleiðis: Vit eru øll í familju: tey reformertu, brøðurnir, hvítusunnusamkoman og allar hinar protestantisku kirkjurnar. Orsøkin er, at kirkjurnar hava felags røtur aftur til trúbótina í 1500-talinum. Men hóast tað er munur á. Hvat er tað sum skilir, og hvussu týdningarmiklir eru munirnir? Høvið verður at seta spurningar.
Øll eru vælkomin.