Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Earth Hour á Viðareiði

Jóhann Lutzen

Viðareiðis kommuna spennir seg út við forvitnisligum tiltaki har Martin Joensen fer at siga frá sínari søgu í Viðareiðis skúla

Viðareiðis kommuna spennir seg út við forvitnisligum tiltaki har Martin Joensen fer at siga frá sínari søgu í Viðareiðis skúla
Komandi leygarkvøld verður altjóða tiltakið “Earth Hour” hildið í býum kring allan heim

Viðareiðis Kommuna hevur tikið stig til, at Viðareiði eisini skal verða partur av hesum tiltaki. Og tí verður skipað fyri eini hugnaløtu hetta kvøldið, samstundis sum kommunan sløkkir gøtuljósini í bygdini.
Leygarkvøldið frá kl. 20:30 og ein tíma fram verður heitt á fólk um at sløkkja ljósini heima við hús, til tess at vísa á týdningin av einum reinum umhvørvi. Í hesum tíðarbili fer Martin Joensen sangari, listamaður og yrkjari at siga frá síni søgu í skúlanum.

Vælkomin í skúlan til eitt hugnaligt kvøld í Viðareiðis skúla. Aftaná verður ein góður drekkamunnur at fáa og alt er sjálvsagt ókeypis.