(Andorra) Hjálparvenjarin áA-landsliðnum sigur, at einasta ivamálið kring uppstillingina er,hvussu álopið skal mannast.
Jóannes Jakobsen, sum erhjálparvenjari á A-landsliðnum sigur, at tað eru tveirmøguleikar, sum teir nú tyggja uppá, tá makkarin til Jóan SímunEdmundsson skal finnast.
– Vit vita, at Andorra hevur sterkarmans í deyðbóltsstøðum. Tá vit nú ikki hava Sonna RagnarNattestad tøkan, so er Pól Jóhannus Justinussen ein møguleiki sumtann hangandi aftanfyri Jóan Símun. Pól Jóhannus gevur okkumkropsliga styrki í deyðbóltsstøðunum bæði í álopspartinum ogverjupartinum. Men hin møguleikin er at brúka ein álopsleikara fremst og so koyra Jóan Símun afturum sum ein 10 ara, sigur Jóannes Jakobsen við Norðlýsið.Hann sigur eisini, at støða er ikki tikin endaliga til, hvørleikskipanin er. Tað kann vera 4-4-2, men tað kann eisini verameira 4-2-3-1/4-4-1-1 kent. Tað veldst eisini eitt sindur umdystargongdina, sigur hann.




