Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flyta almennar stovnar kring landið

Jóhann Lutzen

Á tingfundinum í morgin fer ein samd rættarnevnd at mæla Føroya Løgtingi at taka undir við uppskotinum at flyta almennar stovnar kring landið

Á tingfundinum í morgin fer ein samd Rættarnevnd at mæla Føroya Løgtingi at taka undir við uppskotinum at flyta almennar stovnar kring landið

Rættarnevndin, ið telur 7 av 33 tinglimum og hevur umboð frá bæði andstøðu og samgongu eru samd um at taka undir við tilmælinum at fara undir at flyta almennar kring landið. 

Nevndin vísir á, at ætlanin við uppskotinum er ikki at leggja upp til, at øll almenn arbeiðspláss skulu flytast úr høvuðsstaðnum. Ætlanin er at fáa landsstýrið at leggja fyri Løgtingið eina frá- greiðing um, hvussu almennu stovnarnir skynsamt kundu verið staðsettir kring landið við atliti at teimum økjum í Føroyum, har fáir ella eingir almennir stovnar eru í dag. 

Ætlanin eigur at vera kjølfest við tí meginreglu, at góðar grundgevingar eru fyri teimum ymisku staðsetingunum, sigur Rættarnevndin

Uppskotið kann lesast her

Í Rættarnevndini sita: 

Kristin Michelsen, formaður

Magnus Rasmussen, næstformaður

Sonja J. Jógvansdóttir 

Ruth Vang 

Ingolf S. Olsen 

Edmund Joensen 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur