Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sølvi skoraði allar dystirnar

Jákup Ósá

(Andorra) Sølvi og ein KÍ leikari skorar altíð undir venjing, tá eldru og yngru spæla. Tað siga hagtølini fyri dystirnar undir venjing í Andorra.

Fríggjadagin var seinasti dysturin leiktur millum eldri og yngri. Hesaferð vunnu teir eldru 2-1 og sostatt gjørdu teir slætt borð undir túrinum. Sølvi Vatnhamar skoraði sum tann einasti mál hvørjaferð í teimum trimum dystunum, meðan Jóannes Bjartalíð gjørdist toppskjútti hjá teimum yngru á túrinum.

Eldri-Yngru 2-1

1-0: Jóan Símun Edmundsson

1-1: Jóannes Bjartalíð

2-1: Sølvi Vatnhamar