Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lars Olsen: Møguleiki fyri debut í dag

Jákup Ósá

Jóannes Bjartalíð kann fáa sínar fyrstu minuttir á A-landsliðnum í dag.

(Andorra) Landsliðsvenjarin sigur, at tað avgjørt er møguligt, at onkur leikari fær debut í dag.

– Vit mangla tríggjar leikarar eftir sentralljuni, men vit hava tikið eina avgerð um, hvør byrjar og so vóna vit, at tað er tað rætta. Vit hava tikið avgerð um at ikki fara ov langt burtur frá tí mátanum, ið vit vanliga spæla uppá. Tað merkir m.a., at tað skulu vera góðir bóltleikarar sentralt á miðvøllinum. Vøllurin er ikki so vánaligur, men vit mugu vera fokuseraðir, segði Lars Olsen við Norðlýsið eftir venjingina í gjárakvøldið.

Lars heldur, at teir báðir nýggju í hópinum, Hørður Askham og Jóannes Bjartalíð, hava víst eitt fínt støði undir venjingunum.

– Støðið er gott nokk. Báðir eru framtíðarleikarar. Hørður hevur verið darvaður av skaðum, men tykist nú frískur, meðan Jóannes vandi við í fjør og imponeraði meg tá. Hann er ein góður bóltleikari og slíkar leikarar dámar mær væl. Men hjá teimum snýr tað seg fyrst og fremst um at venja seg við at vera í hesum hópinum. Jóannes er U21 leikari, so vit mugu hyggja uppá støðuna frameftir, tí tað er eingin orsøk til at hann verður við her og ikki spælur og av tí sama ikki er tøkur hjá U21.

Bjartalíð fær kanska debut

Lars Olsen fekk eisini spurningin, um vit fáa naka debut í morgin. Tað eru tríggir leikarar, ið ongan dyst hava. Teir eru Símun Rógvi Hansen, Hørður Askham og Jóannes Bjartalíð.

– Eg vil ikki avvísa tí. Tað er ein møguleiki ja, men eg kann ikki lova nakað, sigur Lars Olsen. Har sipar hann helst til Jóannes Bjartalíð, tí bæði Símun Rógvi og Hørður spæla á plássum, har tað vanliga ikki verður skift út.