Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Boyzlife: Fantastiskt at vera aftur í Føroyum

Jóhann Lutzen

– Vit stórtrívast í Føroyum og gleða okkum til konsertina í kvøld, sigur Brian McFadden

– Vit stórtrívast í Føroyum og gleða okkum til konsertina í kvøld, sigur Brian McFadden


Í kvøld spælir írski bólkurin Boyzlife í Høllini á Hálsi. Boyzlife kom til landið í gjárkvøldið, og teir njóta nakrar fríløtur áðrenn framførsluna í kvøld.

– Tað er fantastiskt at vera aftur í Føroyum. Vit stórtrívast her, og vit gleða okkum til at spæla fyri føroyingum aftur í kvøld. Føroyingar eru eitt framúr publikum at spæla fyri, sigur Brian McFadden.

– Vit fara at spæla kendar sangir hjá Westlife og Boyzone, og tað verða sangir, sum fólk kunnu syngja við til, sigur hann.

Boyband-tiltakið í Høllini á Hálsi byrjar kl. 22:00 í kvøld. Umframt Boyzlife spæla eisini Danny & The Veetos, Kim Hansen og DJ Mirjam Pætursdóttir.