Harleywoodpaint
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrilestur um cannabis

Tíðindaskriv

Hóskvøldið 6. apríl klokkan 19.00 fer danin Claus ”Moffe” Nielsen at halda fyrilestur um hvørjar eginleikar ymsu úrdráttirnir úr Cannabis Sativa hava

Hóskvøldið 6. apríl klokkan 19.00 fer danin Claus ”Moffe” Nielsen at halda fyrilestur um hvørjar eginleikar ymsu úrdráttirnir úr Cannabis Sativa hava

Claus ”Moffe” Nielsen fer at greiða frá teimum upplivingum, sum hann hevur av at gera úrdráttir til dóttur sína. Umframt at framleiða til ”egna” nýtslu, seldi Claus eisini cannabisolju umvegis heimasíðuna moffes.com, og tað hevði við sær, at hann og konan í oktober vóru handtikin fyri ólógligt at selja cannabisolju. Seint í novembur vóru tey tó latin leys aftur, men hann stendur til at fáa dóm upp til 10 ár.

Eftir fyrilesturin verður pallborðsfundur, har fokus verður á cannabis sum heilivág, hvussu støðan er í dag, og hvussu framtíðin fyri Føroyar hesum viðvíkjandi kemur at síggja út.

Við pallborðið sita: Jenis av Rana, kommunulækni og politikari, Bjarni á Steig, lækni, Katrin Kallsberg, lækni, Jógvan Páll Lassen, advokatur og Gunnvá Tróndardóttir Joensen, skelerosusjúklingur.

Óluva Zachariassen fer at stýra pallborðsorðaskiftinum.

Tiltakið er ókeypis. Pláss er fyri 120 fólkum í Smæruni í Tórshavn.