Í eykafíggjarlógini, sum er samtykt í býráðnum verður m.a. farið undir útstykkingar uppi á Fossum, og svimjuhøllin far eitt nýtt vælverðu økið, við hitabað (boblubað), dampbað, heilsukabinu, kaltvantshyli og rúmi til vøddamýkjarar.
Í eykafíggjarlógini, sum er samtykt í býráðnum verður m.a. farið undir útstykkingar uppi á Fossum, og svimjuhøllin far eitt nýtt vælverðu økið, við hitabað (boblubað), dampbað, heilsukabinu, kaltvantshyli og rúmi til vøddamýkjarar.
Tað gongur gott í Klaksvík og tað sæst aftur í kommunukassanum, sum við egnari fígging komandi ár meira enn tvífaldar íløgurnar sum verða tilsamans næstan 90 milliónir.
Á fundi 21. Mars og 23. Mars viðgjørdi fíggjarnevndin hjá Klaksvíkar Kommunu uppskot um framlyting/eykajáttan.
Í skjalinum gongur fram at:
….inntøkur og útreiðslur í samtyktu fíggjarætlanin fyri 2017 javnviga við einum íløgukarmi á 53 mió.kr. og avdráttir á 8 mió. kr. Tí føra framflytingar við sær eitt rokskaparligt hall, ið skal fíggjast antin við íløguinntøkum, tøkum peningi ella við lánifígging.
Í upprunaætlanini hjá Klaksvíkar Býráð vóru iløgurnar setta at verða 55 mió. kr., men eftir nýggju ætlanini verða íløgurnar 88,5 mió. kr
Sostatt kemur fíggjarætlanini fyri 2017 av hava eitt hall á 34 mió. kr.
Fíggjar framskrivingarnar við gjaldføri.
Tøkur peningur hjá kommununi við ársbyrjan 2017 var 60 mió. kr. Trekkja vit hækkingina av
íløgunum (22,5 mió. kr.) frá, verður likviditeturin 37,5 mió. kr.
Av hesum skulu 23,5 mió. kr. bindast til skúlabyggingina. Har eru longu 5 mió. kr. bundnar frá 2014 og saman við 18,5 mió. kr. frá 2015, veða 23,5 mió. kr. av innistandandi bundnar til skúlabyggingina.
Leggjast skal afturat at í inniverandi fíggjarætlan eru 23 mió. kr. settar av til skúlabygging og verða 0,8 mió. framfluttar afturat. Samanlagt hevur kommunan 47.3 mió. kr. til nevndu verkætlan.
Tá lagt er upp fyri hesum, er likviditeturin 14 mió. kr. eftir framflytingar og gjaldføri, ið sett er til síðis til skúlabygging.
Íløgur 2017 (framflytingar og nýggjar íløgur)
Barnaansing felags (nýggjur dagstovnaskáli) 3.1150
Nýggjur skúli (Á Skúlatrøð) 23.800
Ymisk tilboð/tiltøk mentan frítíð(mentanarpallur) 6.750
Ítróttarøkið 7.950
Sparkivallir 800
Fastognir 5.150
Byggibúning bústaðir 2.000
Byggibúning miðbýur 5.700
Havnir og lendingar (Havnaøkið) 7.500
Vegir íløga 4.000
Spillivatn/hitaskipan 6.000
Hallirnar 500
Bilar til eldraøkið 700
Vøllur í Árnafirði 1.500
Spinnaríið (íløgustuðul) 3.000
Útstykking á Fossum 2.800
Rennibreyt (avgrestur og annað) 3.000
Nýggjur Barnagarður 200
Spæliland (rakstrarkostnaður) 500
Svimjihøllin (Vælverudepil og kampingpláss) 3.500
Í alt 87.400
Tøkur peningur hjá kommununi við ársbyrjan 2017 var 60 mió. kr.
Trekkja vit hækkingina av íløgunum (22,5 mió. kr.) frá, verður likviditeturin 37,5 mió. kr.
Av hesum skulu 23,5 mió. kr. bindast til skúlabyggingina. Har eru longu 5 mió. kr. bundnar frá 2014 og saman við 18,5 mió. kr. frá 2015, verða 23,5 mió. kr. av innistandandi bundnar til
skúlabyggingina. Leggjast skal afturat at í inniverandi fíggjarætlan eru 23 mió. kr. settar av til skúlabygging og verða 0,8 mió. framfluttar afturat. Samanlagt hevur kommunan 47.3 mió. kr. til nevndu verkætlan.
Tá lagt er upp fyri hesum, er likviditeturin 14 mió. kr. eftir framflytingar og gjaldføri, ið sett er til síðis til skúlabygging.
Býráðið hevur samtykt ymiskar verkætlanir, ið peningur enn ikki er avsettur til. Farna árið var sera gott, og tískil hava formennirir í felag mælt til, at raðfesta hesar verkætlaninar innan verandi gjaldføri:
Sparkivallir (Jørundsgøta) 500.000
Svimjihøllin (Vælverudepil og kampingpláss) 3.500.000
Vegir íløga 500.000
Spinnaríið 3.000.000
Útstykking á Fossum 2.800.000
Rennibreyt (avgrestur og annað 2.000.000
Nýggjur Barnagarður 200.000
Spæliland (rakstrarkostnaður) 500.000
Í alt 13.000.000
Tá seinastu framflytingarnar vórðu gjørdar í 2016, var endaliga gjaldførið – eftir at hædd varð tikið fyri verkætlanina við Bláa Skýlinum – 2.270.020 kr.
Við omanfyri nevndur framflytingum og raðfestingum verður endaliga gjaldførið eftir allar avsetingar uml. 3 mió. sambanborðið við 2,3 mió. undanfarna ár.




