icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KFUM & K í Klaksvík – vika 13

KFUM & K í Klaksvík

Mánadag

Kl. 19.00-21.00:  Handverk. Vit samlast 14. hvønn mánadag (í ólíka viku) at gera ymiskt handaligt í KFUM & K. Allir menn fáa sms mánadag. Um ein ikki fær sms, send so sms til 212480.

Týsdag

Kl. 20.00:  Gentubólkurin samlast. Allar gentir eru vælkomnar.

Kl. 20.30:  Dreingjabólkurin samlast. Allir dreingir eru vælkomnir.

Mikudag

Kl. 20.00: Bíbliutími við Hjørleif Poulsen. Dánjalsbók kap. 9.

Hósdag

Kl. 17.30:  Juniormøti fyri tey, sum eru frá uml. 5.-7. flokk. Allir juniorar og foreldur fáa sms. Um onkur ikki fær sms, send so sms við navn og tel.nr. til 212480.

Kl. 20.00-21.30:  Gospelkórið Sola Gratia venur.

Sunnudag

Kl. 14.00:  Sunnudagsskúli. Vit syngja, hoyra bíbliusøgu, gera aktivitetir, drekka o.a. Børn í øllum aldri, foreldur, ommur, abbar, øll vælkomin. Barnakórið venur aftaná.

Kl. 17.30:  Bønarløta.

Kl. 18.00:  Evnismøti við Eyðbjørn Jacobsen. Evnið: Tá siðvenjan svíkur. Barnaansing eru undir møtinum.

Kl. 20.30:  Ungdómsmøtið við Tom Jacobsen.

Vitja okkum eisini á facebook: kfum&kklaksvik

Øll hjartaliga vælkomin!

Harleywoodpaint