FM í talvi verður í Løkshøll dagarnar 8. apríl til 15. apríl og menn gera nógv burturúr at byggja upp formin
FM í talvi verður í Løkshøll dagarnar 8. apríl til 15. apríl og menn gera nógv burturúr at byggja upp formin
Telvað verður í 4 bólkum. Landsliðsbólkinum, 1. bólki, almenna bólkinum og í unglingum.
Klaksvíkar Talvfelag er væl umboðað og sum tað sæst á myndunum eru fyrireikingarnar í hæddini. Formurin verður dyggliga uppbygdur til fyrsti leikur skal flytast.
Hugaligt er at síggja at bæði yngri og eldri telvarar mynda felagið.




