Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

So nógv fiskaðu snellubátarnir í gjár

Jákup Ósá

Dagurin í gjár hilnaðist sera væl hjá snellubátunum úr Norðoyggjum á Norðhavinum. Skýlisklettur, Daisy Maria, Vesturskin og Svartbakur fiskaðu allir um 3000 pund ella meir. Tað mesta var toskur 2 ella 3, sum hevur góðan prís.

Snellubátarnir:

Svartbakur 2800 pund

Vesturskin 2800 pund

Skýlisklettur 3600 pund

Daisy Maria 3000 pund

Fossaberg 1700 pund

Øldan 1400 pund

Skipaleiti 1100 pund

Afturat hesum vóru tríggir bátar, ið fingu undir 1000 pund.

Dgurin hilnaðist ikki í eins góðan mun hjá útróðrarbátunum, sum royna við línu og sum oftast hava meir fólk og dýrari reiðskap og tí væl størri útreiðslur. 

Kunoyarnes 3600 pund

Brandur 4500 pund

Norðsøki 4000 pund