Nú toskur er á gýtingarøkinum norðanfyri, hevur línubáturin Norðsøki sett snellurnar upp. Eyðólvur Vang, skipari, sigur tó, at fyribils so er bara meiningin at fara á snelluveiðu nú mysingin er hørð.
Vit fara at royna um vit fáa tað at rigga, so fáa vit at síggja sigur hann nú hann stríðist við at seta allar snellurnar upp. Eg eri ikki liðugur at seta upp, men ætlanin er at fara ímóti morgni í morgin, men eg rokni við at vit fara við línuni aftur tá streymurin linkar, sigur Eyðólvur vang at enda.




