Á Looknorth stendur tíðin ikki í stað. Í dag tá Norðlýsið var á vitjan, fingu starvsfólkini á Looknorth kunning um stýringina av nýggjum framkomnum tólmenni, ið er keypt til at taka frá tá tær ymisku harðlpastmaskinurnar framleiða.
Árni Skaale sigur, at hetta tólmenni kann hava ymiskar “hendur” á armunum alt eftir hvør uppgávan er. Tá vit vóru á staðnum, snúði framleiðslan seg um smáar proppar, tá brúkti tólmennið súgvukoppar at taka frá við. Men tað kundi eisini verið ein tong ella ymisk onnur amboð, í tólmenni tekur frá við. Eisini kann tað leggja frá sær í dósir, í mynstur, venda tingunum í ymiskum løgum um tað krevst, og so fram.
Tað sum eisini hevur stóran týdning, sigur Árni Skaale, er at eindirnar sum framleiddar verða hjá okkum, eru púra reinar, at tær ikki hava verið í samband við olju, støv ella annað frá umhvørvinum, og er órørt av mannahond tá tað fer av virkinum.
Vit hava tvinnar sproytistoypimaskinur og tvinnar termoformingsmaskinur, ið tólmenni skal arbeiða saman við.




