Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bøta um sambandið inn í Kalsoynna og í oynni

Oliver Joensen

Kalsingar hava ikki verið heilt nøgdir við ferjusambandið í oynna, og heldur ikki hava teir hildið, at bussambandið í samskipar ferðafólkastreymin í oynni til og frá ferjuni Sam og til bygdirnar.

Týskvøldið hevið Visit Kalsoy aðalfund á Syðradali. Í tí sambandi hevði felagið boðið landsstýrismanninum í samferðslumálum, Henriki Old við á fundin, soleiðis at eitt sindur av kunning og kjak kundi fáast um spurningin.

Vit spurdu Olivur Thomsen, ið er stjóri á SP/f Visit Kalsoy hvat tey fingu burturúr fundinum.

Olivur Thomsen sigur at upp undir aðalfundin hjá Visit Kalsoy í 2015, gekk ein adressa runt í oynni um at fáa broytt nøkur viðurskifti í ferðasambandininum til og í oynni. Hendan adressan bleiv handað landsstýrismanninum á útoyggjastevnuni í 15. Tí vildu vit bjóða landsstýrismanninum við á fundin.

Høvuðs ynski hjá fólkunum í oynni var, at fáa Sam at sigla klokkan 10 á morgni hvønn týsdag og hvønn hósdag, sum Sam ger hinar vikudagarnar.

Í høvuðsheitinum snúgva ynskini hjá fólkunum í oynni um trý mál, eitt eru túrarnir hjá Sam týsdag og Hósdag kl. 10 á morgni. Her er trupulleikin, at Strandferðslan brúkar Sam til farmaflutning aðrastaðni í landinum við hvørt hesar dagar. Fólkið í Kalsoynni vildi, at hesir túrar kundu staði á ferðaætlanini, men vildu eisini góðtaka at teir blivu avlýstir, tá neyðugt var at brúka Sam til onnur endamál. Tað lovaði landsstýrismaðurin at taka upp.

At bussurin ikki koyrir til allar túrarnar hjá Sam hevur verið ein trupulleiki serliga hjá ferðafólkum. Men her sýntist ikki at vera nakar trupulleiki at fáa hetta í rættlag, millum annað tí, at Klaksvíkar Kommuna hevur játta at bera ein part av meirkostnaðinum.

Triðja punktið á skránni var ein bookingskipan, har millum annað bussar kundu booka sær pláss umborð á Sam. Higartil hevur tað verið so, at illa hevur borið til at farið yvirum við bussum fullum av ferðafólkum, tí ongin trygd var fyri at bussurin slapp yvir um aftur. Tí hava ferðaløg við bussi valt Kalsoynna frá. Landsstýrismaðurin helt, at ein slík skipan hevði verið verd at royna.

Aftaná fundin, hava vit fingið heilsan frá landsstýrismanninum um, at okkurt av hesum verður sett í verk sum ein royndarskipan í summar.

Annars var eisini ynski um, at fáa Sam at sigla ein túr afturat leygarkvøld og sunnukvøld, sigur Olivur Thomsen, stjóri á Visit Kalsoy at enda.