Jan Elmar Sørensen úr Treysti endurvann FM í 10 km, sum Roysnið skipaðu fyri í sambandi árligu Várkappingini og seinasta umfari í Vetrarkappingini leygardagin. Líkindini vóru rættiliga góð, meðan teir nærum 70 luttakararnir runnu runt í Runavík á einum rundteini á knapt 1,1 km, sum skuldu rennast 9½ ferð.
Jan Elmar var undan kappingini favorittur hjá monnunum, og hann sveik ikki álitið. Hann førdi frá byrjan til enda og vann ein tryggan sigur við tíðini 33,38 min. Tíðin hjá honum er nýtt persónligt met við 19 sekundum, sum hann setti seinasta ár. Andrias Hansen úr Bragdið bleiv trygt nummar tvey við 34,15 min. Kappingin um bronsuheiðursmerkið varð bleiv leingi sera tøtt ímillum Eirik Hansen úr Bragdið og Julian Gregersen úr Treysti. Á seinnu hálvu á teininum dróg Julian, fyri hvørt umfar, nakrar metrar frá Eiriki Hansen og tryggjaði sær bronsuna. Tíðin hjá honum, 34,32 min. er persónligt met við seks sekundum í mun til seinasta ár. Eirkur kom á mál fjúrtan sekund aftanfyri við 34,46 min.
Heini Gregersen og Jonhard Larsen runnu báðir væl og komu á mál, sum ávikavist nummar 14 og 15 við 38,37 min. og 39,07 min. Jan Matras hevði eisini ein góðan dag og gjørdist nummar 22 við 43,22 min. Formaðurin rann eisini og náddi málinum um at koma undir 50 min. Hann brúkti bert 44,50 min. um teinin.
Hjá kvinnunum var Marna Egholm úr Bragdið komin úr Danmark at renna FM. Hon var tí stórfavorittur og vann eisini tryggan sigur við 36,32 min. Men Rebekka Fuglø úr Treysti, sum bleiv nummar tvey, rann eina sera góða kapping og setti persónligt met við tíðini 38,48 min. Met hennarar frá í fjør var uppá 39,29 min. Á triðjaplássi við 42,37 min. kom Duruta R. á Lofti úr Bragdið. Helga Súsanna Johansen og Halldis á Grønastøð úr Treysti luttóku eisini. Tær runnu væl og vóru báðar væl nøgdar við teirra egna avrik.
Hjá teimum yngru Treystarennarunum lá undan kappingini illa fyri vegna sjúku og skaðar. Tey runnu 5 kilometrar. Men genturnar Oddvør Josephsen, Maria Biskopstø og Vibeka Sivertsen komu allar á mál í øllum góðum, sum nummar eitt, tvey og trý. Oddvør rann eina fína tíð uppá 19,48 min. Maria og Vibeka, sum báðar eru smáskaddar, komu á mál við 20,18 min. og 24,36 min. Hans Sivertsen luttók ikki vegna sjúku.
Myndirnar niðanfyri hevur Jóannes N. Poulsen tikið.




