KÍ gav einum ungum lokalum leikara debut í dagsins steypadysti.
KÍ leiðslan var ikki í vanda í seinna hálvleiki, og tað gav høvið til at geva einum ungum nýggjum leikara sínar fyrstu minuttir á besta liðnum. 16 ára gamli Tórur Jacobsen kom á vøllin í 71. minutti og tað var fyrstu ferð í einum skrásettum dysti, at hann spælir á besta liðnum. Tórur er kanska best kendur frá U17 landsliðnum, sum spældi seg í EM endaspælið, har hann var toppskjútti á vegnum fram ímóti endaspælinum.
Mynd: Álvur Haraldsen/in.fo




