Týskvøldið kl. 19.00 taka kvinnurnar hjá Stjørnuni móti VÍF.
Tað eru bert tvey umfør eftir at leika, áðrenn fm-finalurnar verða avgreiddar. Hóast tað longu greitt, at tað verða Kyndil og Neistin sum leikar finalurnar um fm-heitið, so hevur dysturin týskvøldið serligan týdning fyri bæði liðini. Vestmannakvinnur eru í harðari kapping við VB um bonsuna, og skulu tær gera sær vónir um at náa einum triðja plássi, so skal dysturin móti Stjørnuni vinnast, meðan tað er onki at ivast í, at stjørnukvinnurnar vilja enda kappingarárið á heimavølli við einum góðum úrsliti.
Hóast stjørnukvinnurnar liggja næstaftast, so hevur ein ávís framgongd verið í spælinum gjøgnum kappingarárið. Seinastu tveir dystirnar hava tær leikt móti oddaliðunum Kyndil og Neistin, og er tað í báðum dystum blivið til heiðurlig tap. Móti Kyndil taptu tær 29-25 og móti Neistanum taptu tær 30-25.




