Í verksmiðjuni á Kambsdali er litfagurt og kveikjandi. 12 næmingar og ein lærari hava úr at gera og huglagið er gott. Tað verður málað, teknað, bundið, smíðað og hugsað. Hóast næmingar sita við ymiskum uppgávumog málingablikk, plattar, tógv og pappír liggja runt íkring, er arbeiðið væl skipað og endamálið greitt. Næmingarnir standa fyri at dekorera karmarnar til ársins bindifestival og longu nú er ymiskt evnað, sum skal vera við til at seta dám á og hugtaka bindiklubbakonur úr nær og fjar
Í verksmiðjuni á Kambsdali er litfagurt og kveikjandi. 12 næmingar og ein lærari hava úr at gera og huglagið er gott. Tað verður málað, teknað, bundið, smíðað og hugsað. Hóast næmingar sita við ymiskum uppgávumog málingablikk, plattar, tógv og pappír liggja runt íkring, er arbeiðið væl skipað og endamálið greitt. Næmingarnir standa fyri at dekorera karmarnar til ársins bindifestival og longu nú er ymiskt evnað, sum skal vera við til at seta dám á og hugtaka bindiklubbakonur úr nær og fjar
Næmingarnir gera millum annað plakatir, prýðislutir, hugnakrókar, sitipláss og básar til bindifestivalin. Jensina Klæmintsdóttir og Silja Jensen, sum hava tikið ímóti mær, vísa ágrýtnar á ætlanirnar, sum í hesum døgum taka skap.
– Hendan uppgávan vit hana fingið er sera spennandi og avbjóðandi, greiðir Jensina frá, men hetta ikki er fyrstu ferð at vit fáa eina uppgávu sum hesa. Vit hava eisini pyntað Ribbershús í Fuglafirði, sett dám á mentanarvikuna í Runavík og dekorerað bókasavnið við Løkin. Tískil hava vit longu fingið nakrar roydir á økinum, sum vit taka við okkum og byggja víðari á.
Hóast hetta er fyrsta árið at gentirnar hava dekoration á Miðnámi, hava tær sostatt longu fingið góðar royndir og hetta sást aftur í fyrireikingunum til ársins bindifestival.
–Men fyri at koma á mál ber ikki til at sita hendur í favn. Tað sum ger uppgávuna serliga áhugaverda er, at tiltakið er stórsligið og útlendingar koma til Føroyar í tíðarskeiðnum, tá bindifestivalurin er. Og tí mugu vit sum næmingar leggja okkum eftir at skapa eitt beinrakið og modernað konsept, sum eisini umboðar bindimentanina í Føroyum. Og nógv er, sum skal gerast, staðfesta Jensina og Silja,
– Hóast vit bara eru gentir á holdinum taka vit gleðiliga eina sag ella ein hamara í hondina. Ja, her gera vit alt, sigur Silja flennandi. – Vit er handymen og onki eitur “eg dugi ikki”, tí øll duga vit okkurt, smílist hon.
Jensina leggur aftur at, at tær royna at síggja allar smálutirnar, sum skulu til, fyri at skapa heildina. – Vit hava lært, at allar uppgávurnar hava eins stóran týdning. Eisini tað, sum ongin annar sær. Silja er samd. – Tað skulu fleiri liðir til fyri at skapa eitt heilstoypt konsept.
–Vit eru raskar at býta uppgávurnar í millum okkum, og sum oftast gera vit tað sum vit eru sterkast til. Til dømis dámar onkur væl at tekna og onkur onnur at binda, og tá er tað upplagt at vit sita á tí økinum, har vit trívast best. Men vit býta eisini uppgávurnar ímillum okkum, soleiðis at vit læra okkurt nýtt og mennast í fakinum.
Tildømis fáa vit eisini hjálp frá serbreytini, sum í løtuni eru í holt við at smíða smá fuglahús, sum vit skulu brúka á bindifestivalinum. Í Dugna hava tey eisini veitt okkum góða hjálp, har hava vit fingið ymiskar spennandi møblar, sum vit nú eru í holt við at uppfríska, sigur Jensina og peikar yvir á eina vinkonu, sum situr á gólvinum og málar ein skenk.
Ongin dagur er eins her, og tað er júst tað, sum ger, at dekoration er ein góð avveksling til hinar lærugreinirnar á skúlanum, siga tær báðar og fara síðani til verka aftur.
Gentirnar fáa frið at útinna hugskotini víðari,og vit onnur kunnu bara gleða okkum til at síggja úrslitini, sum standa klár seinast í apríl.




