Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ófantaligt veður í dag

Hanus Kjølbro

Tað er eitt sindur ófantaligt veður í dag. Orsøkin er eitt lágtrýst, sum ferðast úr Íslandi norður um Føroyar. Tað fer at vera einar 150 fjórðingar úr Kallinum seinnapartin – tað verður tað tættasta, sum tað kemur okkum

Ringasta veðrið rundan um hetta lagtrýstið er sunnan fyri miðjuna, og tað er júst tann parturin, sum rakar okkum. Trýstið í miðjuni er 980hPa í løtuni – og tað er ikki serliga lágt. Onnur lágtrýst í vetur hava verið munandi ógvusligari.

Vindurin í løtuni er sera ymiskur kring landið. 3 til 7 m/s inni í Dølum á Viðareiði og 22 til 48 m/s í Heltnini við Oyndarfjarðarvegin.

Ættin er útsynningur-vestan, og hon skikkar sær ógvuliga ymiskt kring landið, má sigast. Tað gera allar aðrar ættir eisini.

Vindurin fer at vera sum nevnt omanfyri í dag. Ættin fer at ganga spakuliga upp í móti útrnyrðingi allan seinna partin og í kvøld. Avfall í støðum allan dagin – regn ella vátakavi.

Gevi gætur, at ættir fara ymiskt við sær, og at viðurskiftini viå hvirlum eru so ógvuliga ymisk.

Harleyfacadeacryl