Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Móttøka var fyri Signhild og Róki

Mynd og tekstur: Dávur Winther

Í kvøld kl. 18.00 varð skipað fyri almennari móttøki í býráðshøllini í Klaksvík fyri Signhild Joensen og Róki Trygvason, har tey vórðu heiðrað fyri teirra góðu úrslit í Danish Open 2017

Í kvøld kl. 18.00 varð skipað fyri almennari móttøki í býráðshøllini í Klaksvík fyri Signhild Joensen og Róki Trygvason, har tey vórðu heiðrað fyri teirra góðu úrslit í Danish Open 2017

Borgarstjórin, Jógvan Skorheim helt røðu og Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini handaði teimum gávur og blómutyssi.

Sama gjørdu umboð fyri Norðoya Sparikassa og Ægir.

Eftir røðurnar varð boðið til eitt lættari ábit við svalandi drykkum – Væl av fólki møtti upp til tiltakið at heiðra Signhild Joensen og Róki Trygvason.