icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kalt aftur sunnudagin

Hanus Kjølbro

Tað er eitt og sama lágtrýst, sum fer at mynda veðrið í vikuskiftinum.

Á middegi í dag er tað statt í Irmingarhavinum ein útsynning úr Íslandi, men tað fer at flyta seg spakuliga í lágan landnyrðing teir næstu dagarnar, meðan tað spakuliga grynnist.

Í dag liggja vit eystan fyri miðjuna, og tað hevur við sær eitt luftrák úr lágum útsynningi. Soleiðis fer at vera til seinnapartin sunnudagin, tá ið lágtrýstið er komið eystur um Føroyar. Tá fer tað at vera eitt rák av kaldari luft av norði.

Men í dag er tað lágur útsynningur; vindferðin er 8 til 12 m/s. Helst vaksandi eitt vet í kvøld til 10 til 15 m/s. Eingi brúgvaløg fyrr enn í kvøld við regni, men luftin er slavin, so har hon verður lyft upp um fjøll, kunnu væntast ælingar. Meðan kuldabrúgvin fer framvið seint í kvøld, regnar. Hitin í dag 8-9 stig.

Í morgin verður útsynningur. Vindferðin minkar niður í 7 til 12 m/s um middagin. Ælingar kunnu væntast í morgin. Hitin í morgin fer at liggja um 7-8 stig.

Sunnudagin verður ein broyting í veðrinum. Um middagsleitiði ella tíðliga seinnapartin fer ættin at snara upp í norðan. Vindferðin fer at liggja um 10 til 15 m/s. Hitin minkar, tá ið ættin er snarað upp í norðan, niður í 5-6 stig. Ælaveður kann eisini væntast sunnudagin. Í støðum verður tað vátakavi.

Gott vikuskifti.