Vit hava hugt eftir, hvussu gongur hjá B36, tá Lukasz ikki er við samanborið við tá hann er við.
Vit hava hugt eftir, hvussu gongur hjáB36, tá Lukasz ikki er við samanborið við tá hann er við.
Síðani Lukasz Cieslewicz kom tilFøroyar í 2011, so hevur hann spælt øll árini við B36 og vunniðtrý meistaraheitir. Hesi seks árini er tað tvær ferðir komiðfyri, at hann hevur spælt allar 27 landskappingardystirnar og báðuferðirnar hevur B36 vunnið FM. Í 2015 misti Lukasz 4 dystir, menhóast hetta vann B36 FM tað árið, so tað merkir ikki, at tað erheilt vist, at B36 ikki vinnur FM, um Lukasz ikki er við.
Síðani 2011 hevur Lukasz mist 16dystir í landskappingini. Hann hevur spælt 146landskappingardystir. Og tað er ein ávísur munur á, tá B36manglar sín kanska týdningarmiklasta leikara, og tað er ikki soløgið.
B36 við Lukasz hevur fingið 2,04 stigí miðal pr. dyst. Tað svarar til 55 stig eitt kappingarár, iðvanliga gevur eina endastøðu kring 1-3. pláss.
B36 uttan Lukasz hevur fingið 1,5 stig í miðal pr. dyst. Tað svarar til 40,5 stig eitt kappingarár, ið vanligagevur eina endastøðu kring 4-6. pláss.
B36 spælir leygardagin sín fyrsta dyst í ár uttan Lukasz Cieslewicz á heimavølli móti NSÍ.




