Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ eigur ein triðing av U19 gentulandsliðnum

Jákup Ósá

KÍ hevur nógvar góðar leikarar á veg í kvinnusíðuni.

KÍ hevur nógvar góðar leikarar á veg í kvinnusíðuni. Felagið hevur sum oftast verið millum liðini, ið hava verið best umboðað á U-landsliðum og soleiðis er eisini hesaferð, nú U19 landsliðið er úttikið. I eigur ikki færri enn 6 av teimum 18 leikarunum. Eisini hjá B68 sær spennandi út, tí lítla felagið á Toftum hevur heili 4 leikarar í hópinum. 

FSF.fo skrivar soleiðis: 

Í døgunum 25. til 28. apríl skal føroyska U19-landsliðið við gentum taka lut í UEFA menningarkapping í Litava. Umframt Føroyar og vertslandið, verður Slovakia eisini við í kappigini.

John Petersen er venjari hjá U19-gentunum, og nú góðar tríggjar vikur undan fráferð, hevur venjarin sett nøvn á tær 18, ið hava fingið landsliðsboð.

– Hetta er ein spennandi hópur, ið vit fara avstað við. Tær flestu spæla regluliga í bestu kvinnudeildini, umframt at fleiri hava verið rundanum A-landsliðið, og nakrar eru eisini við í hópinum til kappingina, sum nú verður spæld í Føroyum, sigur John Petersen við heimasíðuna hjá FSF.

Tær, ið eru úttiknar, eru hesar

Barbara M. Høgnesen, B36

Sarita Maria Mittfoss, B36

Birita B. Nielsen, B68

Hansina Ronaldsdóttir, B68

Jónfríð Johannesen, B68

Oddný Lind Jacobsen, B68

Lea Hansen, HB

Nadja Dam Johannesen, HB

Ninna Hansen, HB

Rebekka F. Benbakoura, HB

Bjørg Dalheim Djurhuus, ÍF/Víkingur

Inga Maria Janusardóttir, ÍF/Víkingur

Amanda Johannesen, KÍ

Evy á Lakjuni, KÍ

Marjun á Lakjuni, KÍ

Randi Eyðunsdóttir á Bergi, KÍ

Tóra Mohr, KÍ

Tórunn H. Joensen, KÍ

SKRÁIN

27. apríl Slovakia – Føroyar

28. apríl Føroyar – Litava

Føroyska ferðalagið fer úr Vágum týsmorgunin 25. apríl klokkan 08:30, og verður aftur í Føroyum fríggjakvøldið 28. apríl klokkan 19:45.

– Vit koma at møta sera sterkari mótstøðu í heyst, tá vit skulu til innleiðandi EM-undankapping, so tað er gott slíkari kapping sum hesari, sigur John Petersen.