Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eingin skorað meir enn 4 mál: Tað lægsta nakrantíð

Jákup Ósá

Ongantíð í søguni hevur liðið, ið hevur skorað flest mál fyrstu trý umførini, skorað so fá mál sum í ár.

Ábendingarnar eru greiðar. Vit ganga ímóti einum kappingrári við óvanliga fáum málum. Eftir fyrsta umfar kundu vit staðfesta, at tað var málfátækasta fyrsta umfar nakrantíð í føroyskum fótbólti, meðan 10 lið hava verið í bestu deildini. Les meir um tað her.

Eftir trý umfør hevur einki lið skorað fleiri enn fýra mál. Tey sum hava skorað fýra mál eru ÍF og B36. Hetta er óvanliga lágt tal av mál til liðið, ið hevur skorað flest mál fyri fyrstu tríggjar dystirnar. Tí tað er ongantíð komið fyri fyrr í føroyskum fótbólti.

So nógv mál hevur liðið, ið hevur skorað flest mál, skorað eftir 3 umfør:

2017: 4

2016: 8

2015: 11

2014: 9

2013: 7

2012: 6

2011: 10

2010: 8

2009: 10

2008: 13

2007: 8

2006: 9

2005: 8

2004: 9

2003: 8

2002: 10

2001: 11

2000: 12

1999: 10

1998: 9

1997: 7

1996: 11

1995: 10

1994: 10

1993: 11

1992: 7

1991: 10

1990: 10

1989: 10

1988: 10

1987: 6

1986: 9

1985: 6

1984: 6

1983: 7

1982: 6

1981: 6

1980: 10

1979: 10

1978: 11

1977: 12

1976: 13

1975: 7

1974: 13

1973: 13

1972: 12

1971: 14

1970: 11

1969: 11

1968: 15

1967: 11

1966: 19

1965: 8

1964: 8

1963: 8

1962: 7

1961: 12

1960: 7

1959: 8

1958: 11

1957: 14

1956: 13

1955: 10

1954: 9

1953: 6

1952: 9

1951: 6

1950: 10

1949: 22

1948: 17

1947: 9*

1946: 9

1945: 20

1944: Eingin kapping

1943: 13

1942: 13

* her telja dystir ikki við, har lið ikki møttu upp og úrslitið av tí sama er skrásett til 0-0

Kelda: FaroeSoccer