Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ársins fótbóltsdagur 2017!

Tíðindaskriv

Leygardagin 8. juli skipar B36 á fjórða sinni fyri Summar Cup í fótbólti. Undirtøkan hevur verið støðugt vaksandi, og í fjør vóru ikki færri enn 100 lið tilmeldað

Talan er um størsta einstaka fótbóltstiltakið her á landi, tá B36 í juli mánaði skipar fyri ársins útgávu av Summar Cup. Hetta er fjórða árið, at kappingin verður fyriskipað, og talið av luttakandi liðum er økt á rum ár.

– Vit gleðast um, at føroyingar veruliga hava tiki hetta tiltaki til sín og at hetta er blivin ein fastur partur av føroyska summarinum, siga fyriskiparnir.

Kappingin verður sett um morgunin og so eru dystur allan dagin. Afturat sjálvari fótbóltskappingini er eisini hoppiborg, freestyle fótbóltur, FIFA17, bowling og svimjing á skránni.

– Vit vóna, at undirtøkan verður eins góð og í fjør 2016, tá eini 700 børn luttóku í tiltakinum, verður sagt úr B36.

Børn frá U6 til U14 kunnu luttaka í kappingini, ið verður hildin í Gundadali og á Tórsvølli.

Harleywoodpaint