Skorar HB ikki móti grannunum úr B36 næsta umfar í Effodeildini, so verður tað søguligt á ein keðiligan hátt í HB høpi.
Skorar HB ikki móti grannunum úr B36 næsta umfar í Effodeildini, so verður tað søguligt á ein keðiligan hátt í HB høpi.
Tí eftir fýra umfør er tað ongantíð í søgu felagsins komið fyri, at HB bara hevur skorað tvey mál eftir fýra teir fyrstu dystirnar í landskappingini. Í 1942 og 1945 spældi HB færri enn fýra dystir samanlagt. Men hini 72 kappingarárini hevur HB spælt minst fýra dystir, men altíð skorað fleiri enn 2 mál fyrstu fýra dystirnar í landskappingini.
Mánadagin eitur mótstøðuliðið B36 og B36 er eitt av liðunum, ið hevur latið flest mál (4) ígjøgnum fyrstu trý umførini. B36 hevur latið mál inn hvønn dyst í landskappingini.




