Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyar – Turkaland beinleiðis í sjónvarpinum

Tíðindaskriv

Týsdagin verður avgerandi dysturin í innleiðandi HM-undankappingini, tá Føroyar spæla ímóti Turkalandi.

Bæði londini hava vunnið sínar dystir, sum hava verið ímóti Luksemborg og Montenegro, og tí er talan um eina finalu um at koma víðari, tá liðini ganga inn á Tórsvøll í morgin.

Kringvarpið sendir dystin beinleiðis í sjónvarpinum. Byrjað verður klokkan 12.50.

Mynd: Maria Ziskason Nesá og Heidi Lava Elgeirsdóttir siga frá dystinum millum Føroyar Turkaland.