Kommunan er í gongd við at gera nýtt kampingplass mitt í býnum við svimjihøllina
Kommunan er í gongd við at gera nýtt kampingplass mitt í býnum við svimjihøllina
Vit spyrja Borgarstjóran Jógvan Skorheim um ætlaninar við Kampingplássinum.
– Hetta verður ein fantastiskur møguleiki fyri tey, sum koma at vitja Klaksvík við kampingvogni. Tað liggur beint við svimjihøllina við øllum teimum vælveru møguleikum, ið har eru. Eisini liggur tað mitt í býnum, samstundis sum tað eisini er friðarligt umhvørvi, sigur borgarstjórin.
– Vit ætla at kampingpláss verða tøk til summarsesongina, sum fer av bakkastokki skjótt. Tí arbeiða vit av øllum alvi at fáa tað liðugt skjótast gjørligt, sigur Jógvan Skorheim.




