Næstan øllkríatúrini eru deyð, og ongin her veit, nær tey fáa nakað at eta aftur. Í lítlabýnum uttan fyri Lokichoggio í Kenya, beint við markið tilSuðursudan, hevur turkurin ført ringa hungursneyð við sær. Kea Arnlund greiðirfrá hungursneyðini, ið longu hevur kostað lív.
Hósmorgun er, 16.mars. Vit fara úr Loki og koyra eftir einum rættiliga nýggjum grúsvegi í einlandnyrðing fram við Mogillafjallinum. Nógvir steinar eru, men vegurin er betrienn teir flestu í økinum. Skjótt møta vit nøkrum kvinnum, sum hava sett tungubyrðarnar við turrum græsi frá sær. Tær eru á veg til býin at selja. Tær kunnufáa nakrar hundrað shilling hvør at keypa mat fyri, sigur Joseph, starvsfelagimín í LEDO.
– Tit fara skjóttat merkja luktin av deyðum djórum, siga kvinnurnar.
Tá vit hava koyrteitt sindur longur, kemur eitt lítið eslafylgi. Tey síggja øll sera rak út, rivjabeininikunnu teljast. Tá eg síggi eitt av eslunum bíta av einum heilt turrum og atsíggja til deyðum runni, skilji eg, at kríatúrini líða – og sjálvandi fólkiðeisini!
Vegurin og landslagið gerst meir og meir grýtut og kargt, og skjótt eru vitframmi við bygdina Lotengan Erus. Erus merkir kelda, og eitt sindur burturfrásíggja vit eisini eina grønliga endurspegling av einum hyli. Vit hóma eisinikamelar. Kamelarnir tykjast at vera teir, ið klára seg longst í hesum áhaldanditurkinum.
Øll kríatúrini erudeyð av turkinum
Báðumegin veginliggja rúgvur við deyðum djórakroppum og beinum. Sum burtur úr ongum koma fólkfram, børn, vaksin og gomul. Ein maður í berum yvirkroppi og reyðum keppibyrjar beinanvegin at práta lívliga, peikar út yvir markirnar og dregurfingurin eftir hálsinum.
– Hvat sigurhann, spyrji eg.
– Jú, hann eiturEsekon Nangole og sigur, at øll kríatúrini hjá honum eru deyð av turkinum.Nógv av beinaraðunum og deyðu kroppunum liggja í rúgvuni har. Hetta eru børnhansara, sum plagdu at ansa geitunum og seyðinum, sigur Joseph og peikar á eindrong um 10 ára aldur og eina gentu um á leið sama aldur.
– Nú hava børninionki at gera og neyvan nakað at eta heldur. Tað eru tveir dagar, síðan tey ótuseinast, og tey vita ikki, nær tey fáa næstu máltíð!
– Hví koyrdi hannfingurin eftir hálsinum? spyrji eg.
– Hann segði, at”tá øll kríatúrini vóru deyð, og ongin matur var eftir heima, avgjørdi egat fara nakað burturfrá og skera meg á háls. Alt var púra vónleyst! Men sohugsaði eg um børnini sjálvandi!” umsetti Joseph úr turkanamálinum.
Hinumegin vegin sita nøkur eldri fólk, kvinnur og menn, og húka. Sjónin er sogrotesk! Framman fyri tey er enn ein rúgva við deyðum djórum og beinum!
Vit ivast, um vitsleppa at vitja okkurt heim. Jú, tað sleppa vit.
Vita ikki, nærvit aftur fáa nakað at eta
Nakrar hundraðmetrar inn gjøgnum runnar og tættan vøkstur, eftir grýtutum lendi, koma vit tilnakrar sera einfaldar smáttur. Ein er bygd úr onkrum slagi av runni, og hinarer partvíst taktar við plasti, pappi e.t. Beint við smátturnar á trimum lítlumsteinum síggja vit eina lítla grýtu við onkrum, ið líkist kokus, í vatninum.
Emoru Etaparkemur berandi við einum barni á mjørnini og rørir í grýtuni við nøkrumpinnum.
– Hvat kóka tit?spyrji eg
Hon lyftirpinnarnar úr grýtuni, og eg síggi maiskorn og onkra grøna plantu
– Hetta er erut,sigur Emoru. Hon má kóka í nógvar tímar, fyri at vit skulu kunna eta hana,annars er hon sera eitrandi. Tað eru framvegis nakrar av hesum fruktunum eftirá trøum her nærhendis.
– Hvussu so viðmaisini, hvussu nógv skal hon røkka til? spyrji eg, tí eg haldi, at grýtan særheldur lítil út til øll tey, ið standa rundanum.
– Vit eru sjey vaksin og átta børn, sigur Emoyo og rættir eitt krúss fram viðeitt sindur av mais og erut á botninum.
– Hetta skalrøkka til 2 fólk, sigur hon.
– Nær fáa tit aftur at eta?
– Ja, tað vita vit ikki…
Vit koyra víðarieftir tí grýtuta vegnum. Aftan á nakrar kilometrar koma vit til eitt búplássaftrat. Her er eisini ein kelda. Nøkur esil drekka úr einum kari. Vit hyggjaniður í kelduna. Har síggja út til at vera nakrir litrar eftir.
Henda bygdin máhava hjálp
– Keldan eitur Lopeli-keldan, og við hana búgva 12 familjur, sigur EymoEkaskut, tann gamli raki maðurin, ið sær út til at eiga raku eslini.
Hann peikar eisini út yvir landslagið, og vit skilja, at her er sama søgan. Øllhini kríatúrini eru deyð.
Og at djórinidoyggja alla staðni, gongur sjón fyri søgn á heimvegnum, tá ein stórur vakurrovfuglur lyftir seg upp frá einum nýliga deyðum djóri.
– Henda bygdin máhava hjálp, og tað skjótt, siga vit við hvønn annan, Joseph og eg, tá vit roynaat sodna alt tað, vit hava sæð og hoyrt sagt frá.
– Har mugu vitseta inn við hjálp, sigur Joseph, við teimum pengum, vit kunnu fáa frá vinumokkara í Barnamissiónini!
Kea Arnlund,staddur í Lokichoggio, í útnyrðingspartinum av Kenya
Um til ber, kanst tú geva næsta tínum 250 kr. Tað gevur familju hennara mat íein mánaða.
Ella gev 50 kr. Men ger okkurt, tí næsti tín svøltar. Og nú kanst tú geraokkurt við tað.
Ynskir tú atgeva, vinarliga viðmerk: Mathjálp til Afrika
kontonr.: Skandinaviska Barnamissiónin.
Postgiro;9870-4310471
Norðoya Sparikassi: 9865-101.620.7
Betri Banki: 9181-120.980.0
BankNordik: 6460-101.594.1
Suðuroyar Sparikassi: 9870-101.148.1




