Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Miðvallari hjá Víkingi skaddur í fleiri vikur

Jákup Ósá

Fróði Benjaminsen er upplagdur avloysari.

Hans Jørgen Djurhuus fór skaddur avvøllinum síðsta sunnudag. Hóast tað ikki er endaliga staðfest,hvussu álvarsligur skaðin er, so væntar Hans Jørgen at sitauttanfyri í nakrar vikur.

Tað er ein skaði í lærinum, sumHans Jørgen hevur fingið.

– Eg skal niður til Danmarkar atskannast og tá veit eg meir. Men eg vænti at sita uttanfyri í 4-6vikur, sigur Hans Jørgen Djurhuus í stuttari viðmerking viðNorðlýsið.

Komandi 6 vikurnar skal Víkingur spælahesar dystir:

13. apríl: B36 úti (steypakapping)

17. apríl: EB/Streymur úti

23. apríl: KÍ heima

30. apríl: HB úti

6. mai: 07 Vestur heima

14. mai: ÍF úti

21. mai: TB/FC Suðuroy/Royn heima  

Úr Víkingi hevur verið sagt, at Fróði Benjaminsen fór at vera keyptur heim úr Danmark eftir tørvi og nú verður helst upplagt, at fáa hann at avloysa Hans Jørgen á miðvøllinum.