Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein Ógvella í summarbúna

Oliver Joensen

Ein einsamøll ógvella hevur ligið í einum æðuflokki á Vágni nú í langa tíð. Hon sær ikki júst út sum vit kenna ógvelluna, men tá eg spurdi Jens-Kjeld Jensen fuglafrøðing, svaraði hann aftur, at hasin fitti antarfuglurin er ein ógvella, ið er í fer við at fáa summarbúnan.

Tjøldrini

Eftir at hava fylgt við tá tjøldrini koma, undraðist eg á í ár, at eg ikki sá nakran stóran tjaldursflokk á Oyri. Síðani havi eg havt eyguni við mær, tá eg havi koyrt millum bygdir. Fyri mær sær út sum um at tað eru færri tjøldur at síggja í ár enn vanligt.

Setti eisini Jens-Kjeld spurningin. Hann sigur, at tað eru fleiri enn eg, sum hava varnast hetta. Jens-Kjeld heldur eisini, at flatmaðkurin, ið sigst at gera av við reyðmakkin helst ávirkar tilgongdina av tjøldrum. Onkur hevur ført fram, at lítið og onki er til av reyðmaðki nógvastaðni í bønum, og tá fáa tjøldrini ikki nóg mikið av føði har. Men sjálvandi tey fáa eitt sindur í fjøruni, so møguliga er tað har tey eru.

Harleyfacadeacryl