Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gott, men umleypandi veður

Oliver Joensen

 Tað boðaði ælabogin frá, tá vit fóru ein túr norður um fjall í dag. Tvey smálomb sóu vit eisini inni í einum stiki, aftur ein fráboðan um at várið er komið, hóast veturin ikki hevur slept rættuliga. Syndarliga lítið av tjøldrum at síggja, vit bæði royndu at hava eyguni við okkum eftir tjøldrum og á øllum biltúrinum, runt Viðareiði og inn á Norðtoftir aftur til Klaksvíkar taldu vit seks tjøldur.

Niðri í Eiðsvík standa bátarnir enn svínabundnir. Men tað man ikki fara at ganga so rúm tíð til teir vera flotaðir, í juni mánaða stendur so í hvussu so er Urðin og eisini Settorvan og bíða eftir fleygingarmonnum og kvinnum, tá fara so bátarnir, sum ídag liggja svínabundnir í Eiðsvík at vera drignir aftur.

Mhhndir frá túrinum: