Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eitt sindur av hvørjum

Hanus Kjølbro

Myndin er tikin úr fylgissveini seinnapartin í dag. Ymisk sløg av luft liggja um oyggjarnar. 

Páskaveðrið í ár verður eitt bland av øllum veðri.

Veðrið hevur verið eitt sidur av hvørjum teir seinastu dagarnar, og soleiðis fer at vera í nakrar dagar afturat.

Lágtrýst smoyggja seg beint ímóti Føroyum í hesum døgum. Tey eru ikki djúp, hava ikki illveður við sær. Tey finna sær lættasta veg at flyta seg – fyri tíðina er tað ímillum hátrýstið yvir Grønlandi og eitt hátrýst yvir Norðuratlantshavi. Tí koma tey beint á okkum.

Tað hava tey gjørt so ofta fyrr, men hesa árstíðina er vanliga ikki so nógv megi í teimum.

Rundan um eitt lágtrýst melur luftin ímóti klokkuni, so ættin í Føroyum verður alt eftir, hvar lágtýstið er statt í mun til okkum. Í dag – Langafríggjadag – hevur tað verið úr ymsum ættum, tí veika lágtrýstið er beint yvir okkum.

Í morgin – Páskaaftan – er tað farið eysturum, og ættin er farin upp í landnyrðing, 5 til 10 m/s – men tað verður minkandi út á dagin niður í 3 til 8 m/s. Okkurt ælið, og hitin fer at liggja um 5-6 stig.

Páskadag verður høgætt allan dagin, norðan og eitt lítið sindur báðumegin – men lítil vindur, 3 til 8 m/s um dagin; veksandi eitt sindur út á kvøldið. Okkurt ælið við regni ella kava kann væntast, og hitin fer at liggja um 4-5 stig.

Annan Páskadag heldur veðrið frá degnum fyri fram. Men út á seinnapartin minkar vindurin aftur niður í 3 til 8 m/s. Tá fer ein hátrýstryggur fram við Føroyum. Tá ið hann er farin eysturum, verður landsynningur. Helst eftir midnátt mánakvøldið. Meðan hátrýstryggurin liggur yvir okkum, er gott veður við mestum stilli og sólglottum.

Gleðiligar Páskir.

Harleywoodpaint