Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Avloysarin hjá Lukasz eisini skaddur

Jákup Ósá

B36 má spæla uttan fleiri profilar í grannauppgerðini mánadagin.

B36 má spæla uttan fleiri profilar í grannauppgerðini mánadagin.

B36 spældi móti Víkingi skírisdag uttan Tórð Thomsen, Alex Mellemgaard, Fróða Rasmussen og Lukasz Cieslewicz. Í sama dysti fekk Philip Lund eina fiburspreinging og Jákup á Borg, høvuðsvenjari, váttar fyri Norðlýsinum, at Philip verður ikki við móti HB. Philip hevur verið avloysari hjá Lukasz sum tann fremsti á miðvøllinum seinastu dystirnar. Móti Víkingi kom 16 ára gamli Magnus H. Jacobsen á miðvøllin, meðan Róaldur bleiv fluttur fram til plássið sum tann fremsti á miðvøllinum.

B36 hevur bara trý stig í landskappingini, men hevur hinvegin heldur ongan dyst tapt í hesum kappingarárinum hóast mótstøðuliðini allar fýra dystirnar í lands- og steypakappingini hava verið tey trý bestu liðini í fjør.