Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Seinastu leikirnir flytast

Jóhann Lutzen

Endaumfari í FM talvi í 2017 er í frálíku kørmunum í Løkshøll í dag

Endaumfari í FM talvi í 2017 er í frálíkum kørmum í Løkshøll í dag

 

Endaligu úrslitini verða tøk um 15-16 tíðina tá Borgarstjórin í Runavíkar Kommunu, Torbjørn Jacobsen fer at røða og handa steyp

Klaksvíkar Talvfelag er væl umboðað í Føroyameistararheitinum í talvi fyri einstaklingar. Heili 9 av 40 luttakarum eru úr Klaksvíkar Talvfelag. 

Tá er nýggjasti limurin úr Rumenia íroknaður. Filip arbeiðir hjá Kanjon, men hevur telvað fyrr og er styrkur fyri felagið. 

Í 1. Bólki luttaka Janus Skaale, Filip og Rógvi Dragaberg. Allir kunnu fáa heiðuspláss, meðan Rógvi hevur enntá møguleika at fáa deilt 1. Pláss. 

Í Almenna bólkinum luttaka Esbern Christiansen, Heðin og Einar Gregersen og Mannbjørn Anthoniussen. Esbern er undan seinasta umfarinum eitt heilt stig fremstur. Um hann ikki tapir seinasta talvið, so gerst hann vinnari av almenna bólkinum. Heðin er eisini væl við. 

Í Unglingum luttaka Bjarki Bertholdsen og Flóvin M. Tummasarson. Úrtøkan hevur verið á heilt hampuligari leið, har Bjarki hevur møguleikan at blanda seg í oddin. 

Samanumtikið má sigast, at telvararnir úr Klaksvíkar Talvfelag hava staðið seg sera væl. Tekur man barnakappingina, sum varð fyriskipað mikudagin í vikuni, so hevur FM eydnast framúr væl fyri Klaksvíkar Talvfelag. Tá fingu umboðini úr KTF fleiri heiðursmerkir, so framtíðin sær gott út!