Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lómurin farin at fyrireika summarið

Oliver Joensen

 Í morgun var hetta parið at síggja fram við landi á Borðoyarvík, helst saman við einum unga. Tá eg fyrst sá teir í morgun, vóru teir tríggir í fylgi. Møguliga ungin frá seinasta ár, ella ein steggi til avlops, tað vita vit ikki.

Men lítið er at ivast í, at hetta parið fer at reiðrast á vatninum við hólmanum omanfyri Skúvadal ella kanska longur eysturi. Vit hava fyrr avmyndað upp til fimm lómar á Vatninum á Eggini. Tað er kent, at fleiri lómapør reiðrast eysturi á fjøllum.

Vakrir eru teir á at líta, hesir stóru fuglarnir. Eftir er bara at vóna, at ongin finnur upp á at skjóta, tí tað er ikki loyvt og eisini ljótt móti okkara fuglameingi.

Góðar pásir øll somul!