Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu luttekur á Uppliv Klaksvík tiltakinum, sum verður í Føroyahúsinum í Keypmannahavn hóskvøldi 20. apríl
Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu luttekur á Uppliv Klaksvík tiltakinum, sum verður í Føroyahúsinum í Keypmannahavn hóskvøldi 20. apríl
Hóskvøldið 20. apríl bjóðar Klaksvíkar kommuna øllum útisetum til eitt hugnakvøld í Føroyingahúsinum í Keypmannahavn, har tú kanst síggja, hoyra og smakka nakað av tí, sum Norðoyggjar hava at bjóða, og samstundis hoyra um vinnu- og bústaðarmøguleikar í Klaksvíkar kommunu.
Tiltakið, sum byrjar kl. 19.00, er eitt upplagt høvi hjá útisetum at hoyra um møguleikarnar fyri at búseta seg og virka í økinum. Eitt nú fer Jógvan Skorheim, borgarstjóri, at greiða frá, hvussu kommunan støðugt strembar eftir at skapa fortreytir, sum gera tað enn meira lokkandi at búgva og virka í Klaksvíkar kommunu.
Sí samrøðuna við Jógvan Skorheim niðanfyri.




