Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Greið afturgongd hjá NSÍ, B36 og HB

Jákup Ósá

Fyrstu fýra umførini hava givið greiða afturgongd í stigum hjá trimum av stóru feløgunum. Bæði í mun til í fjør og eisini í søgu felagsins.

Stig 2017 Stig 2016 munurBesta/vánaligasta hjá felagnum síðani:

Víkingur108+2 Besta byrjan nakrantíð (felagið stovnað í 2008)

TB/FCS/R9Felagið stovnað í 2017

660 Besta byrjan síðani 2013

HB 610– 4 Vánaligasta byrjan síðani 2007

B36 49– 5 Vánaligasta byrjan síðani 2003

ÍF 440 Besta byrjan síðani 2014

EB/Streymur43(2015)+ 1 Besta byrjan síðani 2014*

NSÍ 39– 6 Vánaligasta byrjan síðani 2013

07 Vestur 34(2013)– 1 Vánaligasta byrjan síðani 2011**

Skála 23– 1 Vánaligasta byrjan síðani 2014***

* spældu ikki í bestu deildini í 2016

** spældu ikki í bestu deildini í 2016, 2015, 2014 og 2012

*** spældu ikki í bestu deildini í 2015

Um ein samanber 2017 við 2016, so er Víkingur einasta liðið við framgongd í stigum. Størstu afturgongdina hevur NSÍ, men eisini B36 og HB hava greiða afturgongd í stigum.

Samanber ein byrjanina við søguna hjá felagnum, so hevur Víkingur bestu byrjanina í søgu felagsins. Les meir um tað HER.  Størstu afturgongdina hevur B36, sum ikki hevur fingið færri stig fyrstu 4 umførini síðani 2003. Eisini HB hevur søguliga fá stig. Vit skulu 10 ár aftur fyri at finna eitt ár við færri stigum til HB fyrstu fýra umførini.