Í morgun avreiddi Fiskaklettur sløk 42.000 pund av toski, hýsu og upsa til NFCS. Fiskaklettur fór út mikudagin áðrenn páskir. Tá vit vóru á støð í morgun, gjørdu teir klárt at fara á næsta túr. Kassar og ísur vóru fingin umborð. Sambart Fiskamarknaði Føroya avreiddi eisini Olga Maria, hon avreiddi í Leirvík góð 42.000 pund, eisini í morgun.




