Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrispurningur til Aksel V. Johannesen løgmann um allemansret at ganga í fjøllunum

Norðlýsið

Nú málið um gjald fyri at ganga í haganum hevur verið frammi í miðlunum, hevur hetta fingið Elesbeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingsmann at seta løgmanni spurningin, um vit í framtíðini kunnu vænta at skula gjalda fyri at ganga í føroysku náttúruni. Fyrispurningurin er soljóðandi: 

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a

Fyrispurningur um rætt hins einstaka at ganga í haganum, settur løgmanni, Aksel V. Johannesen (at svara skrivliga eftir TS § 52a

  1. Løgmaður nevndi í løgmansrøðu síni 2016, í samband við ætlaðu stjórnarskipan- ina, at hann vildi tryggja fólki rætt til at ganga í haganum. Hetta var ein grund- leggjandi rættur og kom undir frælsi hins einstaka. Hevur løgmaður arbeitt víðari við hesum?
  2. Um nei, ætlar hannn at gera nakað við hetta og hvat?
  3. Ætlar løgmaður í sambandi við stjórnarskipanina at seta girðingarlógina frá 1937
    úr gildi, ella ætlar hann at dagføra hana?
  4. Fer munur at verða gjørdur á føroyingum og útlendskum ferðafólki?

Viðmerkingar:

Vit hava síðstu tíðina hoyrt og sæð kjak, tí mykinesmenn fara at krevja 100 kr. frá ferðafólki, sum fara út um bøgarðarnar í Mykinesi. Tað hevur neyvan tann stóra týdningin fyri hin einstaka, um hetta gjaldið einans verður kravt í Mykinesi, tí talan verður ikki um nógvar túrar hjá hvørjum einstøkum.

Avbjóðingin verður sjónligari um, ella tá fleiri fara at gera tað sama og krevja at- gongugjald frá føroyingum hvørja ferð, teir hava hug at fara ein túr út um bøgarðarnar runt allar Føroyar.

Umframt í Mykinesi, so verður eisini gjald kravt frá øllum ferðafólkum, sum fara út í Lítlu Dímun. Har er prísurin kr. 1.500,- pr. høvd fyri at koma í land. Afturat tí kemur so túrurin út.

Ferðafólk kunnu heldur ikki bara so hissini fara út í Koltur og Tindhólm, sum nú er.

Í síðstu viku sóu vit so yvirlýsing frá ognara norðanfyri, har hann noktaði fólki at ganga í haganum hjá sær. Hetta kann hann gera við girðingarlógini frá 1937 í hondini. Hon gevur bónda og ognara heimild at nokta fólki at fara í hagan uttan so, at tey halda seg á bygdagøtuni. Mær kunnugt hevur henda lógin ongantíð verið handhevjað. Fólk eru farin í hagan uttan at spyrja um loyvi, og tað hevur ikki givið trupulleikar.

Síðstu árini hevur tað vundið nógv upp á seg at ganga túrar í haganum, og onkrastaðni hava staðist smærri trupulleikar, men hesir hava tó verið av minni týdningi.

Í Noregi og Svøríki hava tey ”allemandsret”. Hetta gevur fólki møguleika at ganga frítt úti í náttúruni uttan loyvi. Har eru nakrar treytir við, men tað snýr seg bara um vanligt vit og skil.

Tað tykist vera breið fatan millum flestar føroyingar, at ein túrur burtur í haga er ein mannarættur. Hetta kemur undir nøkur grundleggjandi virðir í Føroyum og undir frælsi hins einstaka. At ganga túrar í okkara vøkru náttúru er gott fyri bæði likam og sál.

Ynski við hesum fyrispurningier at varpa ljós á hetta málið. Hetta rørir við nøkur grundleggjandi sjónarmið hjá fleiri føroyingum.

Á Løgtingi, 21. apríl 2017

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur