Skála skoraði heldur ikki mál í fimta umfarinum og nú er talan um søguliga fá mál hjá Skála.
Dysturin á Skála millum Skála og ÍF endaði kanska ikki so óvæntað 0-0. Tí Skála hevur einki mál skorað í Effodeildini í ár.
Tað er bara tríggjar ferðir komið fyri fyrr í føroysku fótbóltssøguni, at eitt lið í bestu deildini einki mál hevur skorað eftir fimm umførum. Í 2012 hevði FC Suðuroy eitt óvanliga vánaligt kappingarár, har liðið bara fekk 9 stig og endaði klárt aftast. Tað gingu tá heili 7 umfør áðrenn FC Suðuroy skoraði nakað mál. Tað er tað longsta nakrantíð. Í 2003 skoraði júst Skála sítt fyrsta mál í 6. umfarinum. So í løtuni er Skála 2017 saman við Skála 2003 tað liðið, sum hevur havt næst longstu byrjan uttan at skora mál nakrantíð.
Kelda: FaroeSoccer




