Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ misti aftur í síðstu løtu

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

Annað vikuskiftið á rað føldist tað helst sum næstan eitttap hjá KÍ, tá eitt av væntaðu toppliðunum javnaðu til 2-2seinastu løtuna.

KÍ spældi í einari 3-4-3/3-5-2 leikskipan, har Jákup B.Andreasen spældi úti á vinstra kanti. Víkingar spældu sum vitkenna teir í einari 4-2-3-1 leikskipan, har Fróði Benjaminsenspældi á miðvøllinum.

Í fyrra hálvleiki var talan um eitt sindur taman dyst til atvera millum hesi bæði liðini, tá tað vanliga hendir nógv. Nærumallar royndirnar endaðu í málinum og á báðum liðunum blivustórar gávur givnar til mótstøðuliðið. Eftir 14 minuttum sendiJóannes Bjartalíð gott og hart hornaspark innfyri, har FróðiBenjaminsen var óheppin at gera sjálvmál. Men bara løtu seinnivar tað KÍ miðverjin Ahmed Mujdragic, sum gjørdi eitt nærumsjálvmál. Hann misti bóltin í uppspælinum og so hevði Fróði Benjaminsen lætt við at skora til 1-1, tá hann var einsamallur viðmálverjanum. Tá 25 minuttir vóru leiktir kom KÍ aftur á odda ogaftur hesaferð uppá hornaspark. Jóannes Bjartalíð sendi enn eittgott hornaspark innfyri, og hesaferð var Atli Danielsen seinast ábóltinum, og so var 2-1 til KÍ. Hetta var hálvleiksstøðan og sumheild vóru trý mál kanska ov nógv til hendan hálvleikin, tí taðvóru ikki nógvir stórir møguleikar burtursæð frá málunum.

KÍ misti aftur á stokkinum

Í seinna hálvleiki bleiv dystargongdin tann, at Víkingur satfyri tað mesta á spælinum. Men tað var KÍ, sum fekk størstumøguleikarnar fyrsta partin av hálvleikinum. Hjalgrím Elttørlegði góðan bólt innfyri til Páll A. Klettskarð, sum skallaðiviðsíðuna av frá sera góðari støðu og seinni var tað Jákup B. Andreasen, sum kom atstanda púra leysur, men sum ikki rakti bóltin ordiliga við kaldahøgra beininum. Víkingur kom til tveir-tríggjar stórarmøguleikar. Adeshina Lawal bleiv púra leysur í høgru íðu, menKristian Joensen bjargaði væl og seinna møguleikan bjargaði JonasF. Rasmussen á strikuni, tá Lawal skallaði. Eina aðru ferðbjargaði Kristian einari roynd eftir hornasparksstøðu uppum málið.Triðja stóra møguleikan í seinna hálvleiki fekk SemirHadzibulic, tá Páll legði útfrá til hansara, men royndin fór ástongina. Til endans kom tað at kosta KÍ, at liðið ikki fekktriðja málið. Í fyrsta minutti av longdu leiktíðini vann FróðiBenjaminsen ein nærdyst í KÍ brotssteiginum, skallaði hann inntil Adeshina Lawal, sum javnaði til 2-2.

Rættvíst úrslit

Hyggja vit dystin ígjøgnum, so var tað kanska eins og móti NSÍrættvíst, at mótstøðuliðið hjá KÍ fekk eitt stig. Um vittelja mál møguleikarnar saman í dag, so hevði KÍ kanska fleiriav teimum heilt stóru. Men Víkingar høvdu næstan eins nógvar, umenn kanska ikki eins stórar, og harumframt hevði heimaliðiðbóltin nógv meir enn KÍ. Skuldi ein vinnari verið, so eruargumentini kanska betri fyri at tað skuldi verið KÍ, tí liðiðhevði tríggjar stórar møguleikar at økja til 3-1 í seinnahálvleiki. Hjá KÍ var talan um annan dystin á rað, har liðiðmisti ein 2-1 sigur seinasta løtuna móti einum topp 5 liði frá ífjør. Tað kann vera ringt tekin, at liðið ikki megnar at hálasigrarnar heim, tá so lítið av tíð restar í. Hinvegin er KÍsaman við Víkingi einastu lið, sum ongan dyst hava tapt. Komandifýra av fimm dystum hjá KÍ eru á heimavølli og hóast KÍ barahevur 7 stig fyri 5 umfør, sum eru 2 stig færri enn í fjør, so ermunurin upp til tey bæði fremstu ikki so stórur enn. Víkingurstaðfesti sína støðu sum kanska besta boðið uppá einføroyameistara í ár, tí liðið hevur fingið bestu byrjanina av teimum sterkastu frá í fjør ogfekk javnað í síðstu løtu, sum vísir tekin um dygdir.