Søguliga sæð hevur talan verið umsera vánaliga byrjan í stigum hjá báðum havnarfeløgunum.
Hóast bæði HB og B36 taptu síneinasta dyst higartil sunnudagin í fimta umfarinum, so vísa hagtølinibest í slíkum førum, hvussu lítið javnleikir geva, sum hesi bæði liðini hava spælt nógv av. Tí talan erum vánaliga byrjan hjá teimum báðum havnarfeløgunum. Hjá B36 ertalan um vánaligastu byrjan síðani kappingarárið 1992, 25 ársíðani. Tá hevði B36 bara trý stig fyri fimm umfør. Hjá HB ertalan um vánaligastu byrjan í 21 ár. Í 1996 hevði HB tiltiknavánaliga byrjan í einum kappingarári, sum seinni bleiv væl betri,tá liðið fekk bronsu í landskappingini og silvur ísteypakappingini. Eftir fimm umfør hevði HB fimm stig í 1996.
Komandi vikuskiftið hava bæðihavnarfeløgini heimavøll. B36 tekur ímóti ÍF og HB tekur ímótiVíkingi.




